Innanlands

Eitt av seinastu ferðamannaskipunum í ár

245 metrar langa Ambience liggur í dag í Havn

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-15 17:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv ferðafólk hava verið at sæð í havnargøtum í dag. Orsøkin er 245 metrar langa ferðamannaskipið Ambience, sum liggur á uttara Molanum.

Skipið hevur verið í Bretlandi og kom á Havnina tíðliga í morgun og fær sambært yvirlitinum hjá Tórshavnar Havn avstað aftur seint seinnapartin.

Ambience er skrásett á Bahamas og varð bygt í 1991.

Hetta er eitt av teimum seinastu skipunum sum koma á hesum sinni. Sambært yvirlitinum hjá Tórshavnar Havn um fráboðanir um ferðamannaskip var hetta tað næstseinasta, og tað síðsta verður norska Spitsbergen, sum kemur 4. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder