Innanlands

Eitt gott skinn í part

44 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi í gjár

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-08-18 08:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grindin sum varð funnin í Svínoyarvík seinnapartin í gjár taldi 44 hvalir.

Tað upplýsir Jens Jensen, sýslumaður, fyri útvarpinum í morgun.

Drápið gekk væl, og byrjaði klokkan 18:23, og ellivu minuttir seinni var liðugt.

Skift verður í drápspartar, og tað er eitt gott skinn í part, upplýsir sýslumaðurin. Eisini fáa eldri fólk í økinum, sum ynskja grind, eitt kók.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder