Innanlands

Eitt heitt bað og so skal eg sova

18 túrar niðan á Slættaratind út í eitt krevur sítt. Tilsamans gingu teir 65,5 kilometrar

Jákup Petur Eliassen (Mynd: Sverri Eghom)

Jákup Petur Eliassen (Mynd: Sverri Eghom)

2021-08-21 20:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Eg eri mega troyttur, men hetta er fantastiskt.

Tað var ein troyttur Jákup Petur Eliassen, sum vit fingu orðið á, tá hann og systkinabarnið Ken Bærendsen fyri átjandu ferð út í eitt komu oman av Slættaratindi.

Teir báðir gjøgnumfjørdu “Everesting” upp á Slættaratind, og tað upp á beint yvir eitt samdøgur. Á middegi í gjár settu teir hol á hesa royndina, og 24 tímar og 42 minuttir seinni høvdu teir gingið 8.946 hæddarmetrar, sum er á leið 100 metrar hægri enn Mount Everest.

[object Object](Mynd: Súsanna Andreasen)

Tilsamans gingu teir 65,5 kilometrar, og 124.000 fet.

Jákup Petur Eliassen segði at hann eina løtu ivaðist í um teir fóru at klára at gjøgnumføra. Áðrenn teir byrjaðu, ivaðist hann eisini um rættast var at avlýsa.

- Ætlanin var at gera hetta á longsta degi, men av ymsum orsøkum bleiv tað ikki. Nú er myrkt um næturnar.

- Men um vit ikki gjørdu tað nú, so var øll venjingin farin til spillis. Vit hava vant fram ímóti hesum, og verið á Slættaratindi fleiri enn 100 ferðir í tí sambandi.

Serliga í nátt var tungt hjá teimum báðum. Tað var myrkt, og kalt og kroppurin hevði brúk fyri at sova, greiddi Jákup Petur Eliassen frá.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Ken Bærendsen (Mynd: Sverri Egholm)

Eisini hevur tað verið tungt fyri serliga knøini at ganga oman aftur, men á síðsta túrinum um middagsleitið gekk skjótt. Tá runnu tey oman. Jákup Petur Eliassen ásannar tó, at tað nú verður gott at sleppa heim.

- Nú verður gott at koma heim at hvíla seg. Eg skal hava eitt heitt bað, og so at sova, segði hann.

Á túrinum hava teir ongantíð gingið einsamallir. Tað hevur ikki verið nakað planlagt, men sjálvt í myrkrinum í nátt vóru fólk og gingu saman við Jákup Peturi og Ken. Og tá teir komu á málstrikuna í dag, vóru nógv fólk og tóku ímóti á Eiðisskarði.

Orsøkin til at hesir túrarnir vóru gjørdir var fyri at seta fokus á Eydnudeildina. Tey sum ynskja at stuðla kunnu senda pening á konto 9865-313.546.7.

Sí eisini: Myndir: Soleiði sær man út aftaná 18 túrar niðan á Skættaratind

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder