Innanlands

Eitt klipp og tvær treytaðar frádømingar

Ein bilførari á Toftum koyrdi við einum barni, sum ikki var íbundið, og tveir bilførarar í Havn koyrdu ov skjótt.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-26 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna, og í hesum sambandi fekk ein bilførari klipp í koyrikortið, og tveir fingu treytaða frádøming.

Við skúlan á Toftum varð ein bilførari tikin fyri at koyra við einum barni undir 15 ár, sum ikki sat íbundið. Tað gevur eitt klipp.

Hinir báðir bilførararnir vórðu tiknir á Velbastaðvegnum í Havn, har mest loyvda ferðin er niðursett til 60 kilometrar um tíman.

Teir koyrdu ávikavist 82 og 98 kilometrar um tíman, og tað gevur í báðum førum eina treytað frádøming, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder