Nógv ár, áðrenn hann gjørdist amerikanskur forseti, hevði Donald Trump ein lítlan leiklut í vælumtókta jólafilminum "Home Alone 2: Lost in New York".
Sambært Trump, var tað ein heiður at vera við í filminum.
- Eg var eitt lítið sindur yngri fyri at siga tað pent, segði í dag 73 ára gamli amerikanski forsetin, tá hann á fundi við hernaðarfólki varð spurdur um sín leiklut í "Home Alone 2".
- Tað vísti seg at verða eitt sera størt jólahitt. Eitt av teimum størstu. Tað er ein heiður at vera ein partur av slíkum, segði hann sambært TV2.
Trump keypti vælkenda gistingarhúsið Plaza Hotel á Manhattan í New York, og stutt eftir, bað eitt filmslið um at sleppa at taka upp ein part av "Home Alone 2" á staðnum.
Trump gav teimum loyvi at gera upptøkurnar við tí treyt, at hann fekk ein leiklut í filminum.
Sambært sjónleikaranum Matt Damon, var tað altíð kravið hjá Trump, tá filmslið ætlaðu at brúka onkran bygning hjá honum í einum filmi.
Í "Home Alone 2" er høvuðspersónurin Kevin (Macaulay Culkin) aftur blivin burtur frá foreldrum sínum, hesuferð í New York. Í filminum endar hann inni á Plaza Hotel og steðgar einum manni at spyrja honum, hvar móttøkan er.
Maðurin er eingin annar enn Donald Trump.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald