Innanlands

Eitt lutfalsliga stilt vikuskifti hjá løgregluni

Vit hava havt løgregluna í horninum í morgun, sum millum annað staðfesti, at Tórsfest gekk væl, hóast fáar fráboðanir eftir sjúkrabili og løgreglu

Løgreglumerkið. (Savnsmynd)

Løgreglumerkið. (Savnsmynd)

2024-07-27 11:37 Author image
Áron Vest
placeholder

Hóast sprellivandi ungdómar hava verið í veitsluslag mitt á Havnar gøtum, so hevur føroyska løgreglan ikki havt úr at gjørt, sum so mangar er vanligt annars.

Ymiskar fráboðanir
Beint fyri klokkan 19 í gjár, var ein førari tikin fyri at koyra 74 kilometrar um tíman í bygdum øki, í Søldarfirði. Tað gevur treytaða frádøming av koyrikortinum.

Um 10 tíðina gjáramorgunin varð ein persónur tikin fyri at koyra 105 kilometrar um tíman Millum Fjarða, og gevur hetta bót til føraran.

Beint áðrenn hálvgum ellivu í gjár varð fráboðan um leys djór. Tá hevði ein gásaflokkur gingið runt í Lognbrá og gjørt av sær. Hetta fingu persónar í nærumhvørvinum skjótt í rættlag.

Ein fráboðan var um stuldur á bensinstøð í Havn, har førarin hevði koyrt burtur eftir at hava fylt sær brennievni á bilin.
- Hesin er tó lættur at fanga aftur, takka veri vakmyndatólum á staðnum, verður sagt at løgreglustøðini.

Ein bilur var uppsteðgaður í kollfjarðartunnilinum vegna motortrupulleikar. Í hesum sambandi heitir løgreglan á fólk um at seta ferðina niður, tá tey síggja 

Herverk í Hvalvík
Fráboðað var í gjárkvøldi um herverk í Hvalvík, men helst er talan um eina innbrotsroynd, sum er miseydnast.
- Tað sást á hurðini, tí hon varð brotin upp, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini við Portalin.
Helst er hetta farið framm millum 25/7 kl. 17 og 26/7 kl. 20. Løgreglan heitir á fólk, at um tey hava sæð eitthvørt, sum kann hjálpa teimum á mál við einhvørjum máli, so skulu tey boða løgregluni frá. 

Tórsfest
Bara smávegis uppgávur til løgreglunana - bara tvær ferðir var boð eftir sjúkrabili frá Samarittunum. Eisini boðaðu Samarittarnir einaferð frá, at nakrir persónar vóru við at fara til hendurs - hetta bleiv tó ikki til nakað meir. 

Ein kona ringdi inn og segði, at hon ynskti at løgreglan boðaði kommununi frá, at hon ikki var nøgd við at allur býurin skuldi haldast vakin, bara tí at Tórsfest skuldi spæla so harðan tónleik.

Tvær fráboðanir um harðskap komu í nátt. Um hálvgum fýra tíðina í morgun varð fráboðað um møguligan harðskap, men tann sum ringdi visti ikki um hann vildi skuldseta nakran. Bleiv sendur á LS og skal boðað løgregluni frá aftur. Tað er talan um ein navngivnan gerningsmann. Um fimm tíðina í morgun kom ein fráboðan inn um harðskap, har ein persónur hevði hoyrt frá einum øðrum, at ein annar var sligin. Tey fólkini venda aftur í dag, og har er gerningsmaðurin eisini navngivin.

Tórsfest gekk fyri seg frá gjárskvøldi kl. 19 til í morgun kl. 05.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder