Uttanlands

Eitt meira fólkaligt orðaskifti millum Trump og Biden í nátt

Í seinasta orðaskiftinum áðrenn valið, varð m.a. tosað um búskapin, veðurlagsbroytingar og heilsutrygd, men koronafarsóttin fekk eisini nógva umrøðu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-10-23 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Orðaskiftið millum amerikanska forsetan, Donald Trump og demokratiska forsetavalevnið Joe Biden var meira fólkaligt enn orðaskiftið í september.

Til seinasta orðaskifti, breyt Trump áhaldandi Biden av, tá hann tosaði, men hetta kom ikki líka ofta fyri í nátt.

Men hóast minni órógv, komu bæði valevnini enn við fleiri persónligum álopum, og greitt var, at menninir onga virðing høvdu fyri hvørjumøðrum, skrivar tíðindastovan Reuters.

Veljarin fekk munandi meira burturúr hesum orðaskiftinum, har evni sum búskapurin, rasisma, veðurlagsbroytingar, og heilsutrygd vórðu umrødd. Støðan við koronavirusinum var sjálvandi eisini á skránni.

Í USA eru fleiri enn 220.000 fólk deyð við covid-19, og ein, sum ber ábyrgd av so nógvum andlátum eigur ikki at sleppa at verða verandi í forsetaembætinum, helt Biden.

Trump segði, at meginparturin av covid-19 sjúklingum koma fyri seg aftur, og eigur mann tí ikki at seta búskapin niður í ferð og steingja landið. Tað hevur USA ikki ráð til, segði hann. Hann helt, at tað var rætt at lata skúlar uppaftur.

Hetta segði hann, hóast talið á nýggjum smittutilburðum í USA er økt seinastu tíðina, og talið á nýggjum tilburðum hevði verið methøgt í fleiri statum hósdagin.

Trump segði eisini, at hann var ein sonevndur outsidari, meðan Biden var livibreyðspolitikari. Tað var grundin til, at hann varð valdur í 2016, segði hann.

Biden segði eisini, tá tosað varð um rasu, at Trump var millum teir mest rasistisku forsetanir í amerikanskari søgu. Til hetta svaraði Trump, at hann var tann minst rasistiski persónurin í rúminum. Hann vildi vera við, at hann hevði gjørt meira fyri litt fólk enn nakar annar amerikanskur forseti, kanska undantikið Arbaham Lincoln, sum var forseti undir amerikanska borgarakrígnum.

Tá tosað varð um veðurlagsbroytingar, segði Biden, at hann ynskti eina meira umhvørvisvinarliga ætlan, sum legði dent á meira varandi orkukeldur. Trump ákærdi síðani Biden fyri at vilja oyðileggja oljuvinnuna.

Biden fannst eisini av Trump fyri at vilja ógilda the Affordable Care Act, lógina um sjúkratrygging frá 2010, sum eisini verður nevnd Obamacare.

Fólk hava uppiborið rímiliga heilsutrygd, segði Biden. Men Trump segði, at hann ætlaði at koma við einari nýggjari og nógv betri skipan.

Forsetavalið verður 3. november, men 47 mió. amerikanarar hava longu atkvøtt.

Omanfyri sæst ein samandráttur av orðaskiftinum í nátt. Upptøkurnar eigur NBC News

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder