2021-02-23 15:55

Í gjár vórðu 576 fólk koppsett fyri koronu á Suðuroyar sjúkrahúsi, Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar Ellis- og røktarheimi.
572 fólk vórðu endurkoppsett og fýra fólk fingu fyrstu koppseting.
Nú eru tilsamans 6.259 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4.172 hava fingið fyrra prikið, sum er 7,9 prosent av fólkatalinum og 2.087 fólk hava fingið seinna prikið og eru liðugt koppsett, sum altso er 3,9 prosent av fólkatalinum.