2024-07-05 14:11
Seðlarnir frá grindini í Syðrugøtu í morgun koma út klokkan 16 seinnapartin. Tað upplýsir Jacob Vestergaard, sýslumaður.
Hann greiðir frá, at talið bleiv nakað hægri enn fyrst mett. 90 hvalir løgdu beinini og drápið gekk skjótt. Nú allir hvalirnir eru merktir er greitt, at 490 skinn eru tilsamans.
Býtt verður í dráps- og rakstrarpartar og har er eitt skinn í part. Eisini verður býtt í heimapartar í Eysturkommunu, og hesum stendur kommunan sjálv fyri.
Seðlarnir koma út klokkan 16, og tað verður á bryggjuni í Norðragøtu.
Eysturkommuna sigur, at heimapartar (fyri allar bygdir í kommununi) kunnu heintast á bryggjuni í Norðragøtu klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald