2021-12-03 16:30

Eftir tveir dagar við 62 tilburðum, vóru tað í gjár staðfesti eitt vet færri tilburðir, 46 av slagnum.
Tað vísa nýggjastu tølini frá myndugleikunum.
3.027 kanningar eru gjørdar seinasta samdøgrið. 520 fólk eru positiv í løtuni, og hetta eru tjúgu fleiri enn tá tølini vóru dagførd í gjár.
Fýra fólk eru innløgd við koronu í Sjúkrahúsverkinum. Hetta er sama tal sum í gjár. 767 fólk eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald