Uttanlands

Eiturálop í Iran: Yvir 100 persónar handtiknir

Fleiri álop hava verið á iranskar gentuskúlar, og síðan november eru túsundatals skúlagentur eitraðar

2023-03-12 13:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Iranska innlendismálaráðið boðar frá, at yvir 100 persónar eru handtiknir í sambandi við fleiri eiturálop, sum hava verið fram móti skúlagentum kring landið.

Síðst í februar varð boðað frá, at túsundatals iranskar skúlagentur hava verið útsettar fyri eiturálopum síðan november í fjør. Genturnar hava havt sjúkueyðkenni sum svímilsi, andadrátstrupulleikar og vaml.

Iranska mannarættindabólkar siga, sambært The Guardian, at í minsta lagi 7.068 næmingar í í minsta lagi 103 skúlum vórðu eitraðir. Álop hava verið skrásett í í minsta lagi 99 býum í 28 landslutum.

Endamálið við hesum álopunum skal m.a. hava verið at fáa stongt gentuskúlarnar.

Iranska innlendismálaráðið leggur afturat, sambært Ritzau, at talið á álopum er minkað síðan miðskeiðis í hesari vikuni, og higartil hava ikki verið fleiri fráboðanir um næmingar, sum eru vorðnir illa fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder