Eivind Jacobsen og Petur Jacobsen hava gjørt avtalu um, at Eivind Jacobsen yvirtekur heimasíðuna R7.fo.
Endamálið er, at tíðindasavnið og sendingarnar, sum liggja á heimasíðuni, framhaldandi skulu verða tøkar hjá øllum, og harumframt verður síðan ein tíðindaportalur við regluligum tíðindum, verður sagt í tíðindaskrivi.
– Heimstaðurin er í Eysturoy, men R7.fo verður fyri allar Føroyar, tó at vit ivaleyst fara at hava fleiri tíðindi úr Eysturoy enn aðrir miðlar, siga Eivind Jacobsen og Petur Jacobsen.
Byrjað verður í dag, mánadagin 22 august, møguliga í smáum, men 1. september skal eftir ætlan vera full ferð á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald