Mentan

Eivør á palli í París

Fullsetta konsertin hjá Eivør var partur av mentanarátakinum Føroyar í París 2022

(Mynd: Ummr.fo)

(Mynd: Ummr.fo)

2022-02-19 12:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóskvøldið spældi Eivør á fullsettari konsert í París. Við sær á pall hevði Eivør Mattias Kapnas á klaveri.

Konsertin var fyri innbodnum, harímillum fjølmiðlafólkum og fólki í franska tónleikaumhvørvinum. Eisini vóru nøkur atgongumerki lutað út alment, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið á heimasíðuna.

Konsertin varð hildin í Frederikskirken, sum liggur skamt frá Triumfboganum í París, og varð fyriskipað av Faroe Islands Music Export, Visit Faroe Islands, Le Bicolore, Sendistovuni í Brússel og Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Eftir ætlan skuldi Greta Svabo Bech eisini framføra á konsertini, men hon hevði forfall. Undir tiltakinum vóru tó spæld nøkur løg hjá Gretu, so áhoyrarnir fingu høvi at hoyra hennara tónleik.

Tiltakið er partur av mentanarátakinum Føroyar í París 2022.

Føroyar í Paris í 2022 verður fyriskipað av Uttanríkis- og mentamálaráðnum í samstarvi við Sendistovu Føroya til Evropasamveldið, donsku sendistovuna í Paris, La Maison du Danemark (Le Bicolore) og Visit Faroe Islands.

Átakið fevnir um eina røð av føroyskum tiltøkum innan myndlist bókmentir, tónleik, film og sniðgeving, ið vera í Paris í tíðarskeiðinum januar til mars 2022.

Tiltøkini verða fyriskipað í samstarvi við ávikavist Listasavnið, FarLit, Faroe Islands Music Export, Filmshúsið og ein bólk av føroyskum sniðgevum. Endamálið við átakinum er at sýna fram føroyska mentan og list, og birta undir mentanarsamstarv millum Føroyar og Frakland, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder