Mentan

Eivør byrjar konsertferð í annaðkvøld

Hóskvøldið fer Eivør við bólki á pall í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

2020-02-26 18:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sum fyrireiking til konsertferð í Evropa hevur Eivør við bólki seinastu dagarnar verið á venjingarlegu í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Konsertferðin verður skotin í gongd við konsert í Mentanarhúsinum í annaðkvøld, har Eivør fer á pall saman við Mikael Blak, Per Ingvaldi Højgaard Petersen og Mattiasi Kapnas.

Eivør er júst í gongd við at innspæla nýggja fløgu, ið kemur út tíðliga í heyst, og ivaleyst verður høvi at fáa ein lítlan forsmakk uppá nýggja tilfarið í annaðkvøld. 

Konsertferðin endar við konsert í Salt í Suðuroy 2. mai, men byrjar, sum kunnugt, í annaðkvøld í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Meira kann lesast á www.mh.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder