Mentan

Eivør fær fimm svenskar Gaffastjørnur

Men ummælarin heldur ikki, at svensku áhoyrarnir geva henni aftur tað, hon hevur uppiborið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-03-11 10:42 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Leygarkvøldið var Eivør Pálsdóttir ein av teimum, sum varð kallað upp fleiri ferðir, tá FMA-tónleikavirðislønirnar vórðu handaðar í Norðurlandahúsinum. Men Eivør var ikki til staðar, og mátti takka fyri umvegis sjónband.

Eivør er nevniliga á skandinaviskari konsertferð í løtuni saman við tónleikarum sínum. Í síðstu viku sang hon á spælistaðnum Pustervik í Göteborg, har ein ummælari frá svensku útgávuni av Gaffa eisini var til staðar.

Og ummælarin var bergtikin yvir upplivingina. Men tað vóru allir áhoyrarnir í hølinum ikki, framgongur av rósandi ummælinum.

Amanda Forslund gevur Eivør fimm av seks møguligum stjørnum fyri konsertina. Eivør fær rós fyri at duga at skapa ein stemning hóast áhoyrarin kanska ikki fangar tær røttu kenslurnar, tí málið er ein forðing, tá Eivør syngur á móðurmálinum.

Men við svenskum, norskum, donskum og eitt sindur av enskum frágreiðingum millum sangirnar megnar hon at skapa ein skandinaviskan felagsskap, sum greitt greiðir frá hvar Føroyar eru, og hvaðani íblásturin til sangirnar stavar.

Men tað er týðiliga ikki øll, sum vóru til staðar í Pustervik hetta kvøldið, sum vóru eins bergtikin og ummælarin hjá Gaffa, som skrivar soleiðis: ”Eivør hevði eina lýtaleysa framførslu, men tíverri geva áhoyrararnir ikki aftur. Tað er óheppið, og eg eri vónsvikin av teirra vantandi áhuga og eldhuga. Tá Eivør trívur í sína ikonisku trummu hoyrast nøkur neyðarslig ýl frá áhoyrarunum, og eg spyrji meg sjálvan: Hvar er neistin? Gandakenda trumman í lagnum ’Trøllabundin’ tekur meg og fer dukandi gjøgnum kroppin, eg ruggi taktfast til tónarnar. Og eg fari frá konsertini við eini kenslu av, at Eivør hevur nógv meira uppiborið frá sínum áhoyrarum...”

Í gjárkvøldið hevði Eivør konsert í Oslo, og komandi vikurnar ferðast hon runt í Danmark. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder