Mentan

Eivør framførir nýggju fløguna "ENN" í Norðurlandahúsinum

Í juni í ár gav Eivør fløguna "ENN" út, og í sambandi við útgávuna fer hon á konsertferð við heili 38 konsertum í ár. Konsertirnar í Norðurlandahúsinum verða tær fyrstu á túrinum

2024-08-19 15:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin og leygardagin, 30. og 31. august, verður ein serlig konsertuppliving í Norðurlandahúsinum, tá ið Eivør við bólki fer at framføra løg av nýggju fløguni "ENN”.

Í juni í ár gav Eivør fløguna "ENN" út, og í sambandi við útgávuna fer hon á konsertferð við heili 38 konsertum í ár. Konsertirnar í Norðurlandahúsinum verða tær fyrstu á túrinum, ið síðani heldur fram til Íslands og víðari út í heim.

Konsertferðin í heyst fevnir millum annað um spælingar í Evropa, Nýsælandi og Avstralia, og í byrjanini av 2025 eisini í USA, umframt at Evropa eisini verður aftur á skránni tá.

Konsertin í høllini í Norðurlandahúsinum verður ein standikonsert, har Jógvan Joensen hitar upp. Nøkur sitipláss eru í Klingruni, og fólk við serligum tørvi kunnu venda sær til Norðurlandahúsið fyri at bíleggja sitipláss.

Atgongumerki fáast á NLH.fo. Atgongumerkini seljast skjótt, ogtil leygardagskonsertina 31. august eru bert heilt fá atgongumerki eftir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder