Mentan

Eivør í uppskoti til tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins

Hetta er aðru ferð, at Eivør Pálsdóttir er í uppskoti til hesa virðislønina

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-06-08 11:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eivør Pálsdóttir er millum teir 13 norðurlendsku tónleikararnar, sum kunnu vinna Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.

Norðurlandaráðið hevur í dag kunngjørt tey tilnevndu tónlistafólkini, og fyri aðru ferð, er Eivør Pálsdóttir í uppskoti. Eivør var eisini í uppskoti til virðislønina í 2013.

Hini 12 tónlistafólkini, sum eru í uppskoti eru:
Danmark: Jakob Kullberg og Theatre of Voices
Finnland: Anu Komsi og Verneri Pohjola
Grønland: Gerth W. Lybert
Ísland: Þorgerður Ingólfsdóttir og Víkingur Ólafsson
Noreg: Stian Carstensen og Lise Davidsen
Svøríki: Studio Barnhus og Lena Willemark
Áland: Peter Hägerstrand

Í grundgevingini at tilnevna Eivør Pálsdóttir verður millum annað sagt, at Eivør hevur skapt sær eitt altjóða sum eitt leiðandi tónlistafólk við eini hugtakandi breidd í rødd og framburði við djúpum røtrum í siðbundna føroyska tónleikinum.

Við síni stóru rødd og sterku pallframførslu megnar Eivør at trøllabinda áhoyrarin, hvar tað so er. Umframt ríku gávurnar sum sangari, er Eivør eisini dugnaligur lagasmiður og framleiðari.

Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins er 300.000 danskar krónur, og vinnarin verður avdúkaður 2. november í sambandi við ársfundin hjá Norðurlandaráðnum.

Henda virðislønin er latin síðan 1965. Annaðhvørt ár verður hon latin einum verki hjá einum núlivandi tónaskaldi, og annað hvørt ár - sum í ár - verður hon latin einum útinnandi tónlistafólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder