Mentan

Eivør-konsertir útseldar eftir tveir minuttir

Koronatreytirnar gera, at tað bert vórðu seld hundrað atgongumerki til hvørja konsert í Norðurlandahúsinum

2020-09-09 13:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað tók ikki nógvar minuttir at selja tær tríggjar konsertirnar við Eivør, sum Norðurlandahúsið hevði sett til sølu.

Atgongumerkjasølan byrjaði á netinum klokkan 13 í dag, og tað vóru nógv, ið hildu, at okkurt var galið við skipanini, tí ómøguligt var at fáa fatur á atgongumerki.

Og nú váttar Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, at øll atgongumerkini vóru farin eftir tveir minuttir. Við tað at tað tekur eina løtu at avgreiða handlarnar, so tók tað 8 til 10 minuttir til sølan var liðug, men longu klokkan 13.02 vísti skipanin útselt.

- Tað var deiligt, at áhugin er so stórur, og tað er eisini deiligt, at vit kunnu fáa gongd í tónlistina aftur her í húsinum, sigur Gunn Hernes.

Tríggjar konsertir vóru lýstar til sølu. Ein fríggjakvøldið 18. september og tvær leygardagin 19. september.

Men orsaka av korona, var talið av atgongumerkjum avmarkað til 100 til hvørja konsert.

- Vit skulu halda frástøðuna, og so er ikki møguligt við fleiri enn 100 í salinum, sigur Gunn Hernes.

Upp á fyrispurningin, um tað møguliga verða eykakonsertir, sigur stjórin í Norðurlandahúsinum.

- Vit arbeiða upp á tað. Men kunnu ikki siga nakað enn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder