Mentan

Eivør kortini ikki við á útseldum jólakonsertum í Reinasarínum

Orsøkin er nýggjastu tilmælini – Í staðin verða tað Lena Anderssen og Son of Furtune, sum koma at framføra saman við Marius Ziska og Gretu Svabo Bech í desember

Eivør fær ikki luttikið á seks útseldum konsertum í Reinasarínum (Mynd: Sigga Ella)

Eivør fær ikki luttikið á seks útseldum konsertum í Reinasarínum (Mynd: Sigga Ella)

2020-11-25 11:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein broyting verður í sambandi við teimum seks útseldu jólakonsertunum, sum skulu vera í Reinsarínum miðskeiðis í desember.

Á skránni vóru framførslur við Eivør, Marius Ziska og Greta Svabo Bech, men í dag kemur Tórsgøta við keðiligum boðum. Eivør fær ikki luttikið kortini.

Eivør fær ikki luttikið á jólakonsertunum orsakað av nýggjastu tilmælunum, boðar Tórsgøta frá, men kortini koma tvey nýggj nøvn afturat í staðin.

– Nú koma tey góðu tíðindini. Tað er nemliga soleiðis í Føroym, at vit eru eyka forkelaði, tá talan er um fantastiskar sangarar. Og í tí sambandinum hevur tað eydnast at fáa bæði Lenu Anderssen OG Son of Fortune (Benjamin Petersen) í staðin.

Sostatt verður talan um jólakonsertir við Marius Ziska, Gretu Svabo Bech, Son of Fortune, og Lenu Anderssen.

Tey, sum kortini ynskja at fáa atgongumerki endurgoldið, kunnu venda sær til fyriskipararnar á [email protected].

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder