 
                
            Eivør Pálsdóttir fekk í kvøld handað tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri sítt ótroyttiliga arbeiði, sum seinastu árini hevur fingið Føroyar í brennidepilin, og fyri at brúka tónleikaarvin og móðurmálið.
- Hon er ein tónleikari av Guds nái við vakrari sangrødd og ein frálíkur gittarleikari, skrivar dómsnevndin millum annað.
Hetta var aðru ferð, at Eivør Pálsdóttir var í uppskoti til virðislønina. Fyrru ferð var í 2013.
Virðislønin er áljóðandi 300.000 danskar krónur.
Henda virðislønin er latin síðan 1965. Annaðhvørt ár verður hon latin einum verki hjá einum núlivandi tónaskaldi, og annað hvørt ár - sum í ár - verður hon latin einum útinnandi tónlistafólki.
 
    
              
 
                 
             
     
             
            
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald