2026-02-19 08:44
Sum fleiri helst hava gitt hesa seinastu vikuna, so verður tað Eivør, sum verður stjørnan í tónleikasendingini Hoydalar í kvøld.
Í sendingini í síðstu viku vísti Kim Hansen spírunum eina mynd av stjørnuni sum smágenta og upplýsti, at hon varð fødd í 1983.
(Skíggjamynd: Hoydalar / KvF)
42 ára gamla Eivør Pálsdóttir verður stjørnan. Og hon er ein veruliga stjørna. Hon kom fram sum oddakvinna í bólkinum Clickhaze um aldarskiftið, sum bara 17 ára gomul.
Hon hevur síðan útgivið nógvan tónleik og hevur eisini veirð á óteljandi konsertferðum kring heimin.
Hoydalar við Eivør sum stjørnu verður sent í sjónvarpinum kl. 19:30 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald