Seinastu dagarnar hevur løgreglan í Ekvador funnið tilsamans 3,5 tons av kokaini.
Tað var funnið í tveimum bananbingjum, sum vóru ávegis til Evropa. Tann eina bingjan var ávegis til Stórabretlands, meðan hin skuldi til hollendska høvuðsstaðin Amsterdam.
Fyrsta bingjan innihelt 92 kassar við tilsamans 2.300 pakkum av kokaini, sum vigaði eitt kilo hvør. Hin hevði 87 kassar við 1.218 pakkar av kokaini.
Ein persónur er handtikin í sambandi við málið, sigur lokala løgreglan sambært Ritzau.
Dagin fyri, at hesar bingjurnar vórðu funnar, vórðu 4.800 dósur við kokaini eisini funnar í einari íbúð í býnum Manta, og herfyri eisini funnin 2,2, tons og 1,6 tons av kokaini eisini í ávikavíst El Salvador og Meksiko.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald