Innanlands

El-rennihjólini vórðu tikin av órøttum

Ebbi Ásgeirsson, sum rekur Hopp Tórshavn, hevur fingið viðhald í Landsrættinum

Á sumri í fjør legði løgreglan hald á øll el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn (Savnsmynd: KVF)

Á sumri í fjør legði løgreglan hald á øll el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn (Savnsmynd: KVF)

2022-01-28 20:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðst í juli mánað í fjør legði løgreglan hald á øll 50 el-rennihjólini hjá Hopp Tórshavn. Grundgevingin var, at tey eru at rokna sum pocketbikes – lítlar breytmotorsúkklur – sum eru ólógligar í Føroyum.

Ebbi Ásgeirsson, sum rekur Hopp Tórshavn, hevur allatíðina tvíhildið um, at hann einki ólógligt hevði gjørt, og at løgreglan av órøttum hevði lagt hald á el-rennihjólini. Heldur enn breytmotorsúkklur, áttu el-rennihjólini at verða mett meira sum el-súkklur, ið eisini eru góðar grønar loysnir.

Sambært Dimmalætting, hevur Landsrætturin nú givið honum viðhald.

Tá málið var fyri í Føroya rætti í fjør vóru tað løgreglan og Akstovan, sum fingu viðhald, men nú hevur Landsrætturin staðfest nakað annað.

- Hetta er ein stórur dagur. Ikki bara fyri meg, men so sanniliga eisini fyri Hopp í Tórshavn og fyri grøna ferðavinnu í Føroyum, sigur Ebbi Ásgeirsson við Dimmalætting.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder