Fyribils er liðugt at goysa á Sundhknúki á Reykjanesi í Íslandi. Hetta er nærhendis Grindavík.
Tað upplýsir íslendska veðurstovan í dag, skrivar Morgunblaðið.
Eldgosið hevur verið minkandi síðan í gjár, og í nátt sást eingin grótbræðing renna frá. Tað eru næstan 54 dagar síðani, at tað fór at goysa á hesum staði.
Íslendska veðurstovan sigur, at okkurt bendir á, at tað aftur fer at goysa í økinum.
Groyti savnast í lumma undir Svartsengi. Útrokningar vísa, at umleið 13 milliónir fermetrar av groyti eru savnaðar í lummanum síðani eldgosið byrjaði 16. mars. Tískil er møguleiki fyri, at tað aftur fer at streyma groyti frá lummanum undir Svartsengi til gosopini á Sundhknúki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald