Seinastu tríggjar dagarnar hevur virksemið í gosfjallinum í Meradølum á Reykjanesi verið avtakandi, og nú er eingin sjónlig grótbræðing.
Sigríður Magnea Óskarsdóttir, náttúruserfrøðingur á íslensku veðurstøðini sigur, at tað kortini ikki ber til at siga, at gosið er av.
Eldgosið er viknað, men enn kemur grótbæðing úr gosopinum, sigur hon við Morgunblaðið.
Nú er spurningurin hvat næsti kapittulin verður. Um seismiska virksemið fer at økjast ella um tað er liðugt. Tað fáa vit at síggja.
Morgunblaðið skrivar, at nógvur seismiskur aktivitetur hevur verið á Reykjanesi um vikuskiftið, men tó ikki líka stórir jarðsjálvtar, sum áðrenn tað byrjaði at goysa í Meradølum.
Tískil er lítil møguleiki fyri at tað fer at goysa aðrastaðni nærhendis Fagradalsfjall næstu dagarnar.
Fyri at veðurstovan kann staðfesta, at eitt útbrot er av, skal tað ikki vera nakað virksemið í fleiri dagar ella í fleiri vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald