2022-03-21 16:45
Týsdagin 5. apríl verður eldradagur í Vági.
Tað er Vágs Kommuna, sum skipar fyri degnum, sum er fyri borgarar í kommununi, ið eru 60 ár og eldri, skrivar kommunan.
Eldradagurin verður í Garðslon og byrjar klokkan 11 við brunsj. Aftaná bjóða borgarstjórin og formaðurin í sosialunevnd vælkomin, og greiða teir frá reingerðartænastuni til borgarar, sum eru 67 ár og eldri.
Á eldradegnum verða eisini framløgur frá Reyða Krossi um vitjanartænastuna, frá Almannaverkinum um arbeiðs- og inntøkumøguleikar hjá pensionistum, og frá Bú- og heimatænastuni um venjingartilboð. Sangkórið Orðið á Borðið luttekur á degnum við sangi.
Dagurin endar klokkan 14.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald