Innanlands

Eldradagur verður á Oyrabakka 22 mars

Dagurin í Eydnuni byrjar við morgunmati klokkan 9.30, og seinni verður millum annað matur frá Ruben Busk

Hetta er eitt gylt høvi at koma hvør øðrum við, og hugna sær saman, skrivar Sunda kommuna (Mynd: sunda.fo)

Hetta er eitt gylt høvi at koma hvør øðrum við, og hugna sær saman, skrivar Sunda kommuna (Mynd: sunda.fo)

2025-02-11 16:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aftur í ár verður skipað fyri eldradegi í Sunda kommunu. Í ár verður hann hildin leygardagin 22. mars í Eydnuni á Oyrarbakka.

Sunda kommuna boðar frá, at dagurin byrjar við morgunmati kokkan 9.30 og er liðugur áleið klokkan 15

Ruben Busk kemur at borðreiða við mati. Felagssangur, framløgur og tala eru eisini á skránni.

- Hetta er eitt gylt høvi, at koma hvør øðrum við, og hugna sær saman. 

Sambært sunda.fo kemur nærri lýsing av tiltakinum verður kunngjørd tá dagurin nærkast. Meira upplýsing er eisini á heimasíðuni um tilmelding har.

[object Object]
Mynd frá seinasta eldradegi tá farið varð upp á gólv (Mynd: sunda.fo)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder