Innanlands

Eldradagurin 2022: Ein grønari kommuna

Eldradagurin, ið er fyri 60 ár og eldri, verður settur á Perlutorginum við Tórsgøtu fríggjadagin 7. oktober klokkan 10. Hetta er fyrsta slíka tiltakið síðani 2019, og ár verður ljós varpa á møguleikarnar og fortreytirnar fyri at skifta til burðardyggar orkuloysnir og leggja vanar um.

2022-10-05 19:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sameindu Tjóðir samtyktu í 1990, at 1. oktober skuldi vera altjóða eldradagur. Altjóða eldradagurin verður hátíðarhildin fyri at varpa ljós á umstøðurnar og lívsgóðskuna hjá aldrandi borgarum okkara. Dagurin hevur eisini til endamáls at vísa eldru borgarum okkara viðurkenning fyri teirra íkast til samfelagið.

Á hvørjum ári skipa Eldraráðið og Tórshavnar kommuna fyri eldradegi fyri borgarum í aldrinum 60 ár og eldri í samband. Fyrsti eldradagurin í Tórshavnar kommunu varð hildin í 2010. Í 2020 og 2021 varð eingin Eldradagur hildin, tí tá gjørdi koronafarsóttin um seg.

Nú verður so Eldradagur aftur í Tórshavnar kommunu - hesaferð tó 7. oktober.

Heimasíðan torshavn.fo skrivar, at evnið fyri dagin í ár er "ein grønari kommuna", og at ljós verður varpað á møguleikarnar og fortreytirnar fyri at skifta til burðardyggar orkuloysnir og leggja vanar um.

- Róar Olsen, leiðari á Umhvørvisdeildini í Tórshavnar kommunu, fer at greiða frá, hvørjar ætlanir kommunan hevur á grøna økinum – millum annað fer hann at tosa um møguleikarnar fyri at nýta grøna orku og tilfar, nú Tórshavnar kommuna fer undir at byggja nýtt røktarheim.

- Gunnhild Dahl Niclassen hugleiðir um endurnýtslu, bæði í mun til hús, búnýti, klæðir og mat. Gunnhild hevur sjálv yvirtikið húsini hjá ommu síni og hevur einki gjørt við tey uttan at bjálva tey, soleiðis at tey lúka dagsins krøv.

- Seinni fara Bjørg Dam, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini, og Jóhann Mortensen at skifta orð um ætlanir á grøna økinum í Tórshavnar kommunu og umstøðurnar hjá pensjónistum at rinda fyri dýrkandi orkuna.

Heðin Mortensen setur dagin á Perlutorginum við Tórsgøtu klokkan 10, saman við forkvinnuni fyri Eldraráðið, Katrini Holm. Síðani verður fimleikur/føroyskur dansur, áðrenn farið verður niðan í Ebenzer, har størsti parturin av degnum - við millum annað nevndu framløgunum - verður hildin. Eitt legg verður síðani gjørt í havnar kirkju til andakt, áðrenn hugni saman við Harmonikuliðnum verður í Reinsarínum frá klokkan 19.

Øll skráin kann síggjast á torshavn.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder