Innanlands

Eldraráðið á Skálafjørðinum skipað seg

Pætur Gunnarson Rasmussen og Henning Bøgesvang, sum báðir umboða Runavíkar kommunu í ráðnum, eru valdir til ávikavíst formann og næstformann

2021-01-25 13:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Valdagin 10. november var eisini val til eldraráðið á Skálafjørðinum. Fimm limir sita í ráðnum, og teir hava nú skipað seg soleiðis:

Pætur Gunnarson Rasmussen, formaður.
Henning Bøgesvang, næstformaður.
Alfred Olsen, ritari.
Alma Poulsen, ráðslimur.
Kára Rasmussen, ráðslimur.

Kára Rasmussen umboðar Sjóvar kommunu, Alfred Olsen Nes kommunu og Pætur Gunnarson Rasmussen, Henning Bøgesvang og Alma Poulsen Runavíkar kommunu.

Kommunurnar kunnu seta á stovn eldraráð í økinum, sum verða tikin við upp á ráð, tá avgerðir og umskipanir innan økið skulu fremjast, og kommunurnar við Skálafjørðin – Nes, Sjóvar og Runavíkar – hava valt at skipa eitt felags eldraráð fyri allan fjørðin, svarandi til tað økið, sum Roðin fevnir um og varðar av.

Kommunurnar hava eftir valið, sum lógin og viðtøkur Roðans fyriskriva, valt eitt politiskt stýri, sum vegna hesar stjórna samtakinum og hava ábyrgdina fyri Roðanum, m.a. búskapinum í samtakinum í mun til tær játtanir, sum veittar verða økinum úr kommunukassunum.

Eldraráðið hevur sínar egnu viðtøkur, men í mun til kommunurnar, stýrið og dagligu leiðsluna hevur eldraráðið ein ráðgevandi leiklut. Ráðið er valt fyri eitt fýra ára skeið.

Fríggjadagin var ráðsfundur í hølunum hjá Vesturskini á Toftum. Jóngerð Guttesen, leiðari Roðans, greiddi frá virkseminum, og stýrisformaðurin, Tórbjørn Jacobsen, greiddi frá ymsum viðurskiftum Roðanum viðvíkjandi. Greitt var, at partarnir eru sinnaðir at fara undir eitt stimbrandi samstarv, teimum eldru til fyrimunar, skriva kommunurnar í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder