Innanlands

Eldraráðið í Norðoyggjum mannað uttan val

Talið av uppstillaðum var júst tað sama, sum talið av neyðugu limum

Sitandi ráðið tikið støðu til, at tey uppstillaðu verða vald í Eldraráðið uttan nakað val, sum eftir ætlan skuldi vera 12. november. Steinbjørn O. Jacobsen er ein av limunum (Savnsmynd)

Sitandi ráðið tikið støðu til, at tey uppstillaðu verða vald í Eldraráðið uttan nakað val, sum eftir ætlan skuldi vera 12. november. Steinbjørn O. Jacobsen er ein av limunum (Savnsmynd)

2024-10-29 13:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá freistin at stilla upp til Eldraráðið í Norðoyggjum var farin, vóru tað eins nógv uppstillað, ið skulu til fyri at manna Eldraráðið.

Tí hevur sitandi ráðið tikið støðu til, at tey uppstillaðu verða vald í Eldraráðið uttan nakað val, sum eftir ætlan skuldi vera 12. november.

Orsøkin, til at hetta letur seg gera, er, at Eldraráðið skipar seg sjálvt, og atkvøðutalið hevur onga ávirkan á, hvussu Eldraráðið verður skipað.

Tey, sum manna nýggja Eldraráðið, eru hesi:

Fyri Klaksvíkar kommunu: Gunvør Sigurðsson, Gerda Absalonsen, Elsa Hansen, Finnur Jacobsen, Hanna Fuglø, Hanus Poulsen og Steinbjørn O. Jacobsen
Kunoyar kommunu: Eghild Poulsen
Hvannasunds kommunu: Margreta í Buð
Viðareiðis kommunu: Sunniva Simonsen
Fugloyar kommunu: eingin valdur

[object Object]
 
Nýggja Eldraráðið tekur við 1. januar 2025.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder