Innanlands

Eldraráðið í VEKS hevur skipað seg

Jens Jensen úr Tjørnuvík er formaður, og Brynhild Joensen úr Kvívík er næstforkvinna

2025-02-22 12:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eldraráðið í VEKS var valt móti ársenda í fjør, og á fundi við stýrið í VEKS í farnu viku, skipaði eldraráðið seg við Jens Jensen, úr Tjørnuvík sum formanni, og við Brynhild Joensen, úr Kvívík sum næstforkvinnu.

Hinir limirnir í Eldraráðnum í VEKS, eru Gunn Joensen, og Jákup Andreasen úr Vestmanna, Annvør Jacobsen av Eiði, og Ingvard Fjallstein, úr Sunda kommunu.

Fyrsti fundurin var eitt hugaligt prát við nývalda stýrið og stjóran fyri VEKS, har eldraøkið í síni heild var umrøtt, umframt at ætlanir vóru lagdar fyri arbeiðsleistin hjá ráðnum, sum ráðgevi hjá stýrinum í VEKS.

Eftir fundin var 10 ára kvøldseta á Mørkini, har fyrilestrar, tónleikur og føroyskur dansur vóru á skránni.

VEKS

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder