Í dag fóru gentur í Afganistan frá 7. flokki og uppeftir aftur í skúla fyri fyrstu ferð, síðan Taliban-rørslan tók valdið í landinum í august. Men longu fáar tímar seinni vórðu tær sendar heimaftur, skrivar Ritzau.
Gentur undir 12 ár hava ikki verið noktaðar undirvísing, men tá skúlar lótu uppaftur í september vórðu tað bert dreingir í eldri flokkunum, sum fingu loyvi at fara aftur í skúla.
Tað er ógreitt, hví Taliban tók avgerð um at loyva gentunum aftur í skúla, eftir at landið annars hevur avmarkað frælsið hjá kvinnum við m.a. at avmarka, hvussu tær skulu verða ílætnar, og hvørjar arbeiðsmøguleikar tær hava. Kvinnur sleppa heldur ikki at ferðast til aðrar býir einsamallar.
Undirvísingarmálaráðið í Afganistan hevur áður sagt, at tað allatíðina hevur verið ætlanin at lata skúlarnar upp fyri gentur aftur, og er trýst frá altjóða samfelagnum ikki orsøkin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald