Innanlands

Eldsbruni í Havn

Ein persónur var inni, men slapp út í øllum góðum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-16 13:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klokkan 13.15 í dag fekk løgreglan boð um, at eldur var í einum sethúsum í J. H. Schrøters gøtu í Havn.

Løgregla og sløkkilið fóru beinanvegin á staðið. Talan er um eini sethús.

Ein persónur var inni í húsinum, men hann kom út í øllum góðum, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Enn vita tey einki um orsøkina til eldin, ella hvussu umfatandi skaðin er.

Løgreglan hevur sent boð út til grannarnar um at halda vindeygu og hurðar afturlatin orsakað av nógva roykinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder