
Fyri tíggju døgum síðani, mánadagin 19. oktober, kolaðust eini hús í Nólsoy upp.
Les eisini: Eldur í húsum í Nólsoy
Eingin álvarsligur mansskaði var. Maðurin, sum búði í húsinum, slapp út í øllum góðum.
Hann hevur, sambært Kringvarpinum, sagt við løgregluna sagt, at hann hoyrdi okkurt við oljufýringina, tá eldurin kyknaði.
Brandteknikarar hjá politinum kunnu ikki útiloka, at oljufýringin var orsøkin til eldsbrunan í Nólsoy, og tað er nógv sum bendir á, at okkurt við oljufýringin gjørdi, at stóri eldurin kyknaði.
Einki bendir á, at eldurin er ásettur, skrivar Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald