2021-12-04 10:18

Í gjárkvøldið um klokkan 21.30 varð boðað frá nógvum royki í Steinatúni.
Løgregla og sløkkilið vórðu send á staðið, og staðfest var, at talan var um onkran, sum hevði sett eld á nakrar vesirullur, og síðani vórðu tær blakaðar í eina vesikummu.
Tað eydnaðist teimum at fáa roykin úr, og eingin skaði hendi, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Løgreglan veit ikki, hvør hevur sett eld á, men tey hava illgruna til nakrar ungar dreingir, verður sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald