Innanlands

Eldur í arbeiðsbili

Sløkkiliðið á Tvøroyri varð boðsent út til Froðbiar í nátt

2025-04-29 08:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um hálvgun eitt tíðina í nátt var boðað frá eldi í einum bili í Froðba. Talan var um ein arbeiðsbil, ein lítlan lastbil.

Eldurin var av onkrari orsøk kyknaður í motorrúminum. Sløkkiliðið varð tilkallað og fekk skjótt tamarhald á eldinum. Enn er orsøkin til eldsbrunan ikki staðfest.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder