2019-10-06 09:58
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Um 16-tíðina í gjár varð boðað frá eldi á Barnaheiminum í Havn.
Talan var um eitt óhapp, har ein persónur ikki hevði verið nóg ansin við handfaringini av einum ókrútsbrennara, og tí kom eldur í ein hjall, sigur vakthavandi á politistøðini.
Løgreglan var tó skjót á staðnum og fekk sløkt eldin við pulvursløkkjara.
Viðkomandi, sum setti eld á, er skuldsettur fyri hetta, og fær viðkomandi so eina bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald