2024-07-10 11:27
Klokkan 10.24 fekk løgreglan fyrstu fráboðanina um, at eldur var í einum persónsbili á Skála.
Vatkleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at nógvar fráboðanair komu inn. Tað var eisini týðiligt hvat hendi, tí so nógvur roykur kom frá bilinum.
Hann stóð á Skálavegi - nær við økið við Prestá uttarlaga á Skála. Bilurin stóð eisini tætt við eina garasju.
Talan var ikki um ein el-bil, upplýsir løgreglan.
Beint eftir klokkan 11 var eldurin sløkur. Eingin persónur fekk skaða, men bilurin kann ikki longur nýtast.
Illgruni er um, at eldurin kyknaði við motorúmið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald