Innanlands

Eldur í bili á Velbastaðhálsi

Tvey fólk vóru í bilinum, tá eldur kom í, men tey fingu ongan skaða, sigur løgreglan.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-15 10:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið varð boðað frá, at eldur var komin í ein bil á Velbastaðhálsi.

Eldurin kyknaði brádliga í motorrúminum á bilinum, meðan hann koyrdi.

Tvey fólk vóru í bilinum, men tey sluppu úr uttan nakran skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at talan var um ein dieselbil.

Løgregla og sløkkilið komu á staðið og fingu sløkt eldin, og síðani varð bilurin burturbeindur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder