Innanlands

Eldur í bili í Havn

Nógvur roykur kom frá bilinum, men talan var um ein lítlan eld, sum var skjótt sløktur, sigur løgreglan

2025-04-07 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint eftir klokkan átta í morgun varð boðað frá eldi í einum vørubili á Grønlandsvegnum í Havn.

Nógvur roykur kom frá bilinum, men talan var um ein lítlan eld, sum kyknaði í motorrúminum.

Sløkkiliðið varð boðsent, og eldurin varð skjótt sløktur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Eingin fólkaskaði var, og sum skilst fekk bilurin eisini avmarkaðan skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder