Dagføring kl. 12:22: Eldurin er júst sløktur, men enn er ikki koyrandi í Leirvíkartunlinum. Eitt fólk var í bilinum, tá eldur kom í, men slapp trygt úr bilinum. Bilurin varð staddur miðskeiðis í tunlinum tá eldur kom í. Gamli Leirvíkarvegurin er opin, men mælt verður frá at koyra har, tí nógv áarlop hava verið seinastu tíðina, og tí er vegurin illa farin.
--
Fyri fáum minuttum síðani fekk løgreglan fráboðan um, at eldur var komin í ein bil í Leirvíkstunlinum.
Sløkkiliðið er komið á staðið, men av politistøðini verður sagt, at tað í løtuni ikki er koyrandi gjøgnum tunnilin, og hann er stongdur.
Ógreitt er, um koyrandi er eftir gamla Leirvíksvegnum.
Av løgreglustøðini verður eisini sagt, at talan er ikki um ein el-bil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald