Innanlands

Eldur í bili í morgun

– Eingin fólkaskaði var, sigur løgreglan – Løgreglan hevur eisini verið úti og kannað ferðsluna, og í hesum sambandi vórðu onkur lógarbrot skrásett

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-01-27 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur sum heild verið friðarligt. Løgreglan hevur tó verið úti og gjørt ferðslukanningar, og í hesum sambandi vórðu nøkur mál skrivað.

Fyrrapartin í gjár varð løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Eysturoynni og í Havn, og har vóru fimm mál skrivað. Tey snúðu seg m.a. um nýtslu av handhildnari fartelefon og bygnaðarbroytingar á prutli.

Í nátt kannaði løgreglan eisini ferðsluna í Eysturoynni, Borðoynni og høvuðsstaðarøkinum. Talan var um eitt átak móti rúsdrekkakoyring, men einki mál varð skrivað.

Klokkan hálvgum níggju í morgun varð boðað frá eldi í einum persónbili í Klaksvík.

Fyrst varð roynt at sløkkja við eldsløkkjara, men tað var ikki nóg mikið, og tí varð sløkkiliðið boðsent, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Einki fólk var í bilinum, so har var eingin fólkaskaði. Hvussu stórur materielli skaðin var, visti løgreglan tó ikki at siga, tá hon tosaði við miðlarnar fyrrapartin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder