2024-10-04 08:01
Í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at eldur sást á havnarlagnum á Eiði. Tað vísti seg at eldur var komið í eitthvørt sum lá upp ímóti einari bingju.
Sløkkiliðið var skjótt á staðnum og sløkti eldin.
Á politistøðini í morgun visti vaktleiðarin ikki at siga, um talan var um ásettan eld.
Í gjárkvøldið var eisini boðað frá royki í plantasjuni í Havn. Talan var um eitt lítið bál, sum bleiv sløkt, og so var friður har, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald