2024-03-17 09:58
Í gjárkvøldið, stutt eftir klokkan 21, fekk løgreglan fleiri fráboðanir úr Vestmanna um, at eldur var í einari bingju Inni á Fjørð.
Sløkkiliðið varð boðsent, og tók tað ikki langa tíð at sløkkja eldin.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn upplýsir, at alitilfar var í bingjuni. Bæði bingjan og innihaldið fekk nakað av skaða, men innihaldið var tó ikki mett at hava stórt virði.
Enn er ógreitt, hví eldur kom í bingjuna, men løgreglan hevur gjørt onkrar kanningar og hevur okkurt at ganga eftir, sigur vaktleiðarin. Kanningararbeiðið heldur fram í dag. M.a. Skal løgreglan gera fleiri avhoyringar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald