Innanlands

Eldur í bussi í morgun

Bussurin stóð parkeraður við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík – Eingin fólkaskaði var, men materielli skaðin er stórur, sigur løgreglan, sum í løtuni ikki veit at siga, hví eldur kom í bussin

(Mynd: Dávid Hentze)

(Mynd: Dávid Hentze)

2021-07-14 08:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint fyri klokkan seks í morgun fekk løgreglan eina fráboðan um, at har var eldur í einum bussi, sum stóð parkeraður í Hoyvík.

Sløkkiliðið varð sent á staðið, og eldurin varð sløktur.

Einki fólk var við bussin, sum stóð parkeraður á einum óbygdum øki við Karlamagnusarbreyt, men eldur kom eisini í ein lastbil, sum stóð parkeraður beint við bussin.

Enn er ógreitt, hví eldur kom í bussin, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at materielli skaðin er stórur.

– Tá hann er kólnaður, fara vit at vita, um tað er nakað, sum vit kunnu kanna nærri, sigur hann.

Talan var um ein buss, sum koyrir við Bygdaleiðum.

Dávid Hentze hevur tikið hesar myndirnar:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder