placeholder
Innanlands

Eldur í byggitilfari við Gellingaklett

Sløkkilið í Havn varð boðsent at sløkkja lítlan eldsbruna á byggiplássinum har nýggjar vindmyllur verða sesttar upp

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-22 10:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Beint eftir klokkan 9 í morgun kom fráboðan til brandstøðina í Havn, um eldsbruna á á byggiplássinum við Gellingaklett oman fyri Havnina, har tey eru í holt við at seta nýggjar vindmyllur upp.

Tað vísti seg, at tað í sambandi við sveisiarbeiði var komin eldur í nakað av flamingo bjálvingartilfari í eini forskalling.

Talan var ikki um nakran stóran eld, men av tí at tey ikki hava vatn á byggiplássinum at sløkkja slíkar eldar við, varð sløkkiliðið boðsent.

Eldurin varð skjótt sløktur, frætta vit av brandstøðini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder