Innanlands

Eldur í City Church

Talan var um stóran og opnan eld. Fráboðanin kom nakað eftir midnátt, og um tvey tíðina var alt sløkt og tryggjað. Skaðin er tó stórur, upplýsir løgreglan

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-02-28 07:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

(Upptøka: Listbeth Jensen)

--

Samkomubygningurin City Church í Havn hevur fingið stóran skaða í nátt. Hetta upplýsir vaktleiðarin á løgreglurstøðuni í morgun.

Tað var 00.18, at fráboðan kom um, at eldur var í City Church. Ein patrulja var beint við Tróndargøtu, og komin á staðið sást beinanvegin eldur á eystaru síðu av bygninginum. Talan var um tað, ið eitur opin eldur.

Sløkkiliðið kom eisini skjótt á staðið og var væl mannað. Sambært vaktleiðaranum var arbeiðið í fyrstu syftu liðugt nakað áðrenn klokkan tvey í nátt. 

Eingin persónur var beint við, tá eldur kom í City Church, og tískil er eingin mansskaði.

Spurningurin er so, hví hetta hendi, og tað skal nú kannast nærri. Løgreglan upplýsir í morgun, at eldurin kom áleið har frá, sum oljufýringin í bygninginum er. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder