2024-06-27 10:23
Eldur er í danska skattamálaráðnum á Christianshavn í Keypmannahavn.
Tjúkkur svartur roykur stendur úr bygninginum, og tilbúgvingin er komin á staðið.
Danski skattamálaráðharrin, Jeppe Bruus, skrivar á sosiala miðilin X, at starvsfólk eru farir úr bygninginum, og at øll verða tald.
Eldurin varð fráboðaður klokkan 9.42 føroyska tíð, skriva danskir miðlar.
Dagføring kl. 10.31: Roykurin er næstan burtur nú, og upplýst verður, at tamarhald er á eldinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald