2020-12-15 11:53

Stórur útrykningur av sløkkiliðsakførum vóru fyri løtu síðani til bygningin niðjast í Djóna í Geilgøtu í Havn, har venjingarmiðstøðin Faroe Fitness heldur til.
Eldur var í bygninginum. Eldurin er sløktur, og eftirsløkkingin er í gongd, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.
Løgreglustøðin er ein av nærmastu grannunum hjá venjingarmiðstøðini, so politifólk vóru skjótt á staðnum, og tað vóru bilarnir hjá Tórshavnar sløkkiliði eisini.
Enn veit vakthavandi á løgreglustøðini ikki hvussu umfatandi skaðin er. So vítt vit vita, vóru ongi fólk í bygninginum tá eldurin kyknaði.
Faroe Fitness hevur hildið til í bygninginum í nógv, men avgerð er tikin um at gevast við hesum virkseminum í bygninginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald