2024-02-22 08:15
Seint seinnapartin í gjár varð boðað frá eldsbruna í eini gravimaskinu, sum stóð í grótgoymsluni við nýggja Dalstunnlinum í Sandoynni.
Eldurin er helst uppstaðin í einum oljufiltri í motorrúminum.
Sløkkiliðið varð boðsent, men tey fingu ikki høvi til at rulla brandslangurnar út, tí í gravimaskinuni er ein innbygd eldsløkkingarskipan, sum fekk køvt eldin, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald